Claire skal hjálpa Norrønu í summar

Væntað verður ikki, at Norröna einsamøll fer at klára ferðfólka- og farmaflutningin í summar, og tí hevur Smyril Line avgjørt at leiga ro-ro skipið Claire at hjálpa við farmaflutninginum.

So leigi fiskiskapurin og fiskaprísirnir eru góðir, hevur Smyril Line úr at gera við at flyta farm suður um hav. Tí hevur reiðaríðið avgjørt at leiga farmaskipið Claire, ið fyrr røkti Skotlandssiglingina fyri Smyril at hjápla til við farmasiglingini til Danmarkar.


Stórt skip

Claire er 114 metar long og tekur 60 trailarar. Harafturímóti er Norröna 129 metrar long, men hon tekur bert 40 trailarar.

Jónfinn Simonsen á farmadeildini hjá Smyril Line veit ikki, hvussu leingi ætlanin er at leiga Claire, men hann sigur, at ætlanin er at nýta Claire so leingi Norröna ikki nøktar tørvin. Hann sigur, at hetta helst serliga verður galdandi í august mánaða, tá vanligt er, at bæði nógv fólk og nógvur farmur fer suður um hav við Norrönu.

Vit spurdu Jófinn Simonsen á farmadeildini hjá Smyril Line, um tað veruliga er neyðugt við einum so stórum skipi sum Claire afturat Norrönu. Men hann sigur, at trupult er at fáa fatur á minni skipum av slíkum slag. Hann metir Claire at vera væl egnaða til endamálið, og væntar, at hon fer at roynast reiðaríinum væl.