Seinna hálva av 4. umfari í bolkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Millum stóru úrslitini er, at Tottenham vann 3-1 á Real Madrid á Wembley í London. Hartil vann Manchester City torføran útidyst móti Napoli, meðan Liverpool vann lættan 3-0 sigur á Maribor.
Real Madrid tapti eisini um vikuskiftið í La Liga, har liðið er átta stig aftanfyri FC Barcelona. Tað ljóðar í altjóða miðlum, at Real Madrid áhuga fyri eitt nú Harry Kane og Dele Alli hjá Tottenham Nú hava teir so prógvað, at dugur er í teimum. So fáa vit at síggja hvør teirra fylgir fótasporunum hjá Gareth Bale og Luka Modric?
Bólkur E
Liverpool hevði ávísar trupulleikar av slovenska Maribor á Anfield, men í seinna hálvleiki kom hol á. Mo Salah, Emre Can og Daniel Sturridge skoraðu málini. Liverpool hevur átta stig á fyrsta plássi. Tað er eitt stig fleiri enn Sevilla, sum vann 3-1 á Spartak Moskova í hinum dystinum í bólkinum.
Bólkur F
Manchester City hevur sum fyrsta enska liðið, sum hevur vunnið á Napoli á San Paolo í Italia. Tað gjørdu teir við 4-2 sigri, har tvey av málunum komu frá miðverjum eftir hornaspark. Sergio Aguero og Raheem Sterling staðfestu sigurin, meðan Shakhtar Donetsk vann 3-1 á Feyenoord. Manchester City er víðari, meðan Shakhtar Donetsk er ótrúliga nær við.
Bólkur G
Besiktas úr Turkalandi er eitt lið í framgongd. Við javnleiki á heimavølli móti favorittunum úr Monaco, hevur liðið tíggju stig eftir fýra umfør. Porto vann eisini týdningarmiklan dyst móti RB Leipzig, sum nú er tvey stig aftanfyri týskararnar.
Bólkur H
Tottenham stendur fyri størsta úrslitinum í hesum umfarinum, eftir at hava vunnið 3-1 á Real Madrid. Dele Alli skoraði tvey tey fyrstu, meðan danski Christian Eriksen økti til 3-0. Cristiano Ronaldo minkaði um munin, sum var ein av teimum góðum tíðindastubbum hjá teimum hvítu úr Madrid. Hin var, at Borussia Dortmund við øðrum javnleikinum á rað móti APOEL av Kúpros at kalla hevur útspælt sín leiklut í bólkinum.









