Civic til evropearar

Á bilaframsýningini ”Biler For Alle” í Herning, sum var síðst í oktober, varð nýggi Honda Civic sýndur fram.

Bilurin er serliga gjørdur til at tekkjast evropearum bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur.

Honda Civic eru kendir fyri sínar sportligu koyrieginleikar .


Bilurin er longri og breiðari enn forgangarin og kemur m.a. við einum dagførdum 2,2 litra i-DTEC dieselmotori við 150 hk og CO2 útláti upp á einans 110 g/km.


Honda Civic er ein hatchback við 5-hurðum og kemur á marknaðin síðst í januar 2012.