Tróndur Arge – Etihad Stadium
«Vit eru Manchester City – vit liggja nummar eitt, sungu Manchester City viðhaldsfólkini í rúsinum eftir seinasta bríkslið í dystinum.
Við einsamalla málinum í dystinum, gjørdist liðskiparin og verjukempan, Vincent Kompany, dagsins hetja, tá hann stutt fyri hálvleik stútaði hornasparks innleggið frá David Silva í málið.
Tað var tó ikki bara frammanfyri málinum, at Vicent Kompany vísti sítt virðið. Fyri fyrstu ferð í trý ár megnaði Manchester United ikki at hava eitt tað einasta skot á mál í einum dysti. Tað var serliga takka verið Vincent Kompany og Joleon Lescott í miðverjuni hjá Manchester City.
Manchester City er nú frammanfyri Manchester United á stigatalvuni. Liðini hava eins nógv stig, men Manchester City hevur eina málúrtøku, ið er sjey mál betri.
Ikki síðani 1968 hevur Manchester City verið enskur meistari og seinastu tjúgu árini hevur Manchester verið reytt. Nú er líkt til, at tað bláa farvan so smátt er farin at leggja seg á norðurenska býin.
Tættur fyrri hálvleikur
Mangan hevur Roberto Mancini fingið ákoyringar fyri at spæla ov verjukent. Tað var ikki støðan mánakvøldið, tá hann valdi at byrja inni við framrættaðum spælarum sum David Silva, Samir Nasri, Sergio Aguero og Carlos Tevez.
Hinvegin valdi Sir Alex Ferguson eina verjukenda uppstilling við Wayne Rooney sum fremsta manni og Park Ji-sung og Nani á vengrinum. Hann valdi somuleiðis at hava bæði Paul Scholes og Ryan Giggs á miðvøllinum. Tað gav eina mynd av, at hann ætlaði at verja javnleikin og hava nógvar royndir á vøllinum.
Fyrri hálvleikur var eisini har eftir. Manchester United kom kanska betri frá byrjan, men uttan at skapa nakað. Síðani hevði Manchester City bóltin meiri, men megnaði somueliðis ikki at bróta verjuna niður.
Tað merktist eisini á spælinum, at tað stóð nógv upp á spæl. Dómarin hevði eina nærmast ómøguliga uppgávu, tí viðhaldsfólkini, spælararnir og ikki minst venjararnir høvdu hug at blanda seg í dømingina.
Kompany skorar
Stutt fyri hálvleik minkaði larmurin frá áskoðararunum nakað og tey flestu gjørdu klárt at fara til hálvleiks, tá fjórði dómarin boðaði frá, at tað skuldu leggjast tveir minuttir afturat vanligu leiktíðini.
Tað var í fyrra av teimum báðum eykaminuttinum, at Manchester City fekk hornaspark í høgru síðu. Bóltsnillingurin úr Spania, David Silva, legði bóltin millimetur neyvt innfyri til Vincent Kompany, sum sleit seg leysan frá Chris Smalling, ið royndi at dekka hann. Mitt fyri málinum úr stuttari frástøðu kundi verjuleikarin úr Belgia seta sína stóru pannu á bóltin og stúta heimaliðið á odda.
Ein minutt seinni bríkslaði dómarin fyri hálvleiki. Tað kendist nærmast sum at dysturin var liðugur, so nógvan gakk áskoðararnir hildu meðan spælararnir gingu av vøllinum.
Venjararnir í øðini
Tað lá nú í kortinum, at Sir Alex Ferguson fór at skifta onkrar av framrættaðu spælarunum inn. Á vøllin kom Danny Welbeck, meðan Manchester svaraði aftur við at skifta verjukenda miðvallaran, Nigel De Jong, inn fyri Carlos Tevez.
Tað var eftir eina takling frá innskifta Manchester City miðvallaranum á Danny Welbeck í seinna hálvleiki, at tað kókaði yvir millum Sir Alex Ferguson og Roberto Mancini.
Teir fóru nærmast til hendurs. Sir Alex Ferguson var í øðini inn á Roberto Mancini, sum hann ákærdi fyri at hava roynd at dømt dystin frá síðulinjuni.
«Hann tosaði alltíð við fjórða dómarin og hjálpardómaran. Hann royndi at døma dystin, segði ein firtin Sir Alex eftir dystin.
Roberto Mancini skilti tó ikki nógv av tí heila, men segði at teir tóku í hondina á hvørjum øðrum eftir dystin og at samanstoyturin teirra millum nú er gloymdur.
«Ha? Tosar hann ongantíð við dómaran?, spurdi Manchester City venjarin heldur speiskur á málinum. «Eg veit ikki hvat hann segði, tí eg tosaði við fjórða dómaran. Tað stóð nógv upp á spæl og eg skilji væl at menn blíva heitir,men tað er gloymt nú, legði Roberto Mancini afturat.
Trýstið kom ongantíð
Tað nærmast obligatoriska trýstið frá Manchester United, tá tað teir eru aftanfyri kom ongantíð. Tað er ilt at siga um tað var tí Manchester City verjan stóð væl, ella um Manchester United ikki rakti dagin.
Staðfestast kann bara, at Manchester City var nærri at økja enn Manchester United at javna.
Tað var heldur ikki til at taka feil av, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, at hesin sigurin var týdningarmikil fyri spælararnar og viðhaldsfólkini í ljósabláum, sum hálsfevndust og fegnaðust saman við millum annað Diego Marardona, sum var komin at síggja svigarsonin, Sergio Aguero, spæla.
Teir tríggir, ið helst komu best frá uppgávuni í dystinum vóru Vincent Kompany, Gareth Barry og Yaya Toure. Vincent Kompany stóð sum eitt fjall í verjuni, meðan Gareth Barry og Yaya Toure vunnu kríggið á miðvøllinum móti Paul Scholes, Ryan Giggs og Michael Carrick.
Manchester City favorittur
Vinnur Manchester City dystirnar móti Newcastle og QPR, so verður Manchester City enskur meistari, um ikki Manchester United innheintar tey sjey málini, ið eru á muni.
Hóast Manchester City hevur eina væl betri støðu, so vil Roberto Mancini ikki gera sínar spælarar til favorittar.
«Manchester United er framvegis favorittur at vinna meistaraheitið. Teir hava lættari dystir eftir enn vit, segði ein lítilátin Roberto Mancinin eftir dystin við Sky Sports.
Manchester United hevur ein heimadyst móti Swansea og ein útidyst móti Sunderland eftir, meðan Manchester City skal til Newcastle, sum stríðist fyri Champions League fótbólti, og í seinasta umfarinum kemur QPR á vitjan.
Tað eru tríggjar vikur síðani, at Manchester City tapti fyri Arsenal og var heili átta stig aftanfyri Manchester United. Ein veddingarfyritøka í Bretlandi valdi at gjalda teimun, ið høvdu sett pengar á Manchester United at vinna Premier League, vinningin út.
Á sportalinum stóð at lesa, at Manchester United verður meistari. Soleiðis sum Premier League hevur svinga aftur og fram, so er tað ikki ósannlíkt, at hendan kappingin ikki heilt er komin á mál enn og at Manchester United framvegis kann vinna meistaraheitið.
Men fyribils er Manchester blátt.










