City vil hava Messi

Tað er ikki gjaldførið sum manglar, tá Manchester City roynir at keypa sær spælarar. Felagið brúkti nærum eina hálva miljard krónur fyri at fáa Shay Given, Wayne Bridge, Nigel De Jong og Craig Bellamy til felagið í januar.

 

Bara Robinho einsamallur, kostaði nærum 300 miljónir krónur.

 

Nú sigst, at enska felagið er til reiðar at bjóða upp ímóti eina miljard fyri at fáa argentinska landsliðsspælaran, Lionel Messi til Manchester.

 

Manchester City royndi at sannføra Kaka um at koma frá Milan í januar, men Kaka ynskti ikki at fáa ein sáttmála við enska felagið.

 

Spurningurin er so, um Messi er til reiðar at ofra at sleppa at spæla í Champions League, fyri at fáa fatur í einari risaupphædd í Manchester?