City vil eisini hava Vidic

Í vikuskiftinum skrivaði Dailymail, at Real Madrid kendu seg vísar í, at teir høvdu vunnið kappingina við Milan liðini og arvafíggindarnir Barcelona, um at keypa Nemanja Vidic. Nú skrivar The Sunday Times, at Manchester City hevur meldað seg í stríðið um Vidic.

 

Sambart fleiri enskum fjølmiðlum, skulu Vidic og familjan ikki trívast væl í Manchester. Eisini vil Vidic hava meiri í løn, men hetta vil Manchester United ikki. Vidic hevur sáttmála við meistarnar til 2012.

 

Í summar royndi nýríku Manchester City at keypa táverandi enska landsliðsskiparin John Terry. Teir vóru tilreiðar at tvífalda lønina hjá honum, til £ 250.000 um vikuna. So er spurningurin um ein slík løn kann fáa Vidic til framhaldandi at búgva í Manchester. Tað vakti stóran ans, tá City í summar keyptu Carlos Tevez, sum tey bæði undanfarnu árini umboðaði Manchester United. Sambart fjølmiðlinum, er hetta enn ein roynd hjá Manchester City, at yvirhála grannarnir í at gerast tað størsta felagið í Onglandi.

 

Tíðindini eru ikki vælkomin á Old Trafford, har Sir Alex Ferguson hevur havt nógvar trupuleikar í verjuni í ár. Í januar keypti Manchester United Chris Smalling frá Fulham, men hann verður ikki tøkur fyrr enn í summar. Sir Alex sigst eisini halda eyga við Everton verjuleikararinum Jack Rodwell, og danska Simon Kjær, sum spælir í Palermo í Italia.