Enn er langt á mál. Sekstan av 38 umførum eru avgreidd, men eftir hetta vikuskiftið er tað uppaftur meiri sannlíkt, enn tað var undan vikuskiftinum, at Pep Gaurdiola og Manchester City fara at tryggja sær meistaraheitið.
Í kvøld var Manchester City á útivølli á Old Trafford ímóti grannunum í United. Teir bláu og hvítu eru á veg stutta teinin til hús aftur við 2-1 sigri. Harvið er City ellivu stig frammanfyri Manchester United, sum er fremsti avbjóðarin hjá toppliðnum.
Støðan er uppaftur hugaligari hjá Manchester City, tá ið havt verður í huga, at tað ikki hilnaðist nakað serligt hjá hinum toppliðnum. Tvey onnur lið, sum eru við í kappingini um europeisku plássini, vunnu: Tottenham vann 5-1 á heimavølli ímóti Stoke, og Burnley vann 1-0 á heimavølli ímóti Watford.
Chelsea tapti á útivølli ímóti grannunum í West Ham, Arsenal spældi 1-1 í Southampton, og Liverpool spældi 1-1 á heimavølli ímóti Everton.
David Silva legði City framum, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra hálvleiki, men undan steðginum eydnaðist tað Marcus Rashford at javna. Í báðum førum var verjuspælið einki at reypa av.
Sigursmálið skoraði argentinski Nicolas Otamendi, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt.
Eitt korter undan leikloki varð Zlatan Ibrahimovic skiftur inn á liðið hjá Manchester United, men tað eydnaðist ikki honum og liðfeløgunum at venda gongdini og harvið at fáa meiri spenning í toppin. Trýstið var síðstu løtuna øgiligt á City málið, har málverjin, brasilski Ederson Moraes, fleiri ferðir bjargaði meistarliga.










