Manchester City hevur í dag vunnið stórsteypadystin í Onglandi móti Liverpool. Dysturin endaði við javnleiki 1-1 og farið varð beint til brotsspørk, har Manchester City vann 5-4.
Tað var fyrrverandi Liverpool-spælarin, Raheem Sterling, sum legði Manchester City á odda eftir 12 minuttir. Stutt frammanundan fór Leroy Sané av vøllinum skaddur. Hann hevur í seinastuni verið setur í samband við Bayern Munchen.
##med2##
Liverpool javnaði tíggju minuttir fyri tíð, tá Joel Matip stútaði bóltin í málið. Hetta var eftir at Virgil van Dijk hevði lagt bóltin innfyri aftur, eftir eitt frísparksinnlegg. Bæði Manchester City og Liverpool høvdu stórar málmøguleikar í dystinum, men tað endaði 1-1.
Í brotssparkskappingini bjargaði málverjin hjá Manchester City, Claudio Bravo, sparkinum hjá Georginio Wijnaldum. Allir hjá Manchester City skoraðu og tí er Manchester City stórsteypavinnari í Onglandi.
##med3##