Orð og tankar leitaðu undan dystinum aftur á hendingina fyri 50 árum síðan, tá ið ein flogvanlukka í München kravdi átta Manchester United-leikarum lívið.
Manchester United hevði undan dystinum vunnið 12 heimadystir á rað, men í hálvleikinum var líkt til, at henda sigursrøð ikki fór at halda fram. Darius Vassell og nýinnkeypti Benjani Mwaruwari syrgdu fyri, at teir sluppu til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu, hóast United hevði havt størri tamarhald á og fleiri málmøguleikar.
Í seinna hálvleiki stóð City sera væl á vøllinum, og tað var trupult hjá United at fáa nakað burturúr. Ikki fyrr enn í 91. minutti bragdaði hjá United, men málið hjá Michael Carrick var ikki til stórt meiri enn pynt, tí Manchester City vann dystin 2-1.
Manchester United verður verandi á 2. plássinum, meðan Manchester City liggur væl fyri í dystinum um evropeiska luttøku næsta kappingarár.










