Tað vóru met nógvir minuttir lagdir afturat vanligu leiktíðini á Etihad leikvøllinum, tá Manchester City í kvøld vann ein tepran 1-0 sigur á Swansea.
Liðið hjá Michael Laudrup, Swansea, spældi væl við allan dystin og kundi í fleiri førum havt lagt seg á odda ella javna. Men tað vóru teir ljósabláu úr Manchester, sum neyvari frammanfyri málinum.
Carlos Tevez skoraði einsamalla málið í dystinum, tá hann við langskoti fekk bóltin framvið Michel Vorm. Í royndini at bjarga skotinum gjørdist hann skaddur og mátti berast av vøllinum. Hendan hendingin saman við hendingini, tá Micah Richards somuleiðis mátti berast av vøllinum við knæskaða, vóru høvðusorsøkin til at heili 12 minuttir vóru lagdie afturat vanligur leiktíðini í seinna hálvleiki.
Ein Twitter síða, FootballFacts101, sigur seg vita, at talan er um met. Portalurin fylgir málinum, men minnist tú at tað nakrantíð hava verið lagdir 12 ella fleiri minuttir afturat vanligu leiktíðini?
Premier League:
Manchester City Swansea 1-0










