City vann á Southampton

Tað gjørdist ein greiður 4-1 sigur, tá Southampton vitjaði á Ethiad leikvøllinum í Manchester í dag.

Tað gjørdist ein greiður 4-1 sigur, tá Southampton vitjaði á Ethiad leikvøllinum í Manchester í dag.

 

Ikki tí, at Southampton var væl við og átti meirilutan av bóltinum í dystinum.

 

Manchester City kom á odda longu tá fáir minuttir vórðu leiktir, tá Edin Dzeko var feldur í Southampton brotsteiginum. Yaya Toure skotraði trygt upp á brotsparkið.

 

Southampton kom aftur, tá brotsspark var framt í hinum brotsteiginum, og Ricki Lambert skoraði.

 

Men síðani kom eitt mál til City, sum ikki átti verið góðkent, tá David Silva stóð tjúkt rangstaddur og kundi leggja bóltin inn til Samir Nasri, sum síðani legði hann í málið.

 

Edin Dzeko skoðari beint áðrenn hálvleik til 3-1, áðrenn Stevan Jovetic í seinna hálvleiki gjørdi tað til endaliga úrslitið, 4-1.

 

Manchester City leyp havrið fram um Chelsea á annaðplássið, eitt stig aftan fyri Liverpool, sum spælir í morgin.