Grannauppgerðin millum Manchester City og Manchester United gjørdist ein minniligur dystur við fimm málum. Robin van Persie avgjørdi uppgerðina í yvirtíðini.
Manchester United skoraði í fyrsta álopinum hjá teimum, tá dysturin var eit korter gamal. Ashley Young og Robin van Persie spældu væl saman á egnari hálvu. Fyrrnevndi fór tuskaði avstað og spældi upp á tvørs til Wayne Rooney, sum ikki rakti bóltin reint, men megnaði at trilla hann heilt út við nærmastu stong og í mál.
Sami Wayne Rooney økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Rafael Da Silva legði bóltin flatt innfyri úr høgru. Wayne Rooney stóð leysur í brotsteiginum og økti til 2-0.
Ein hálvan tíma fyri tíð kolldømdi hjálpardómarin eitt mál, tá Ashley Young var fyrstu á ein retur. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at hann var ikki rangstaddur í løtuni tá Robin van Persie skjeyt.
Manchester City fór í mótálop og í triðju royndini eydnaðist Yaya Toure plasera bóltin framvið David De Gea í Manchester United málinum. Manchester City trýsti fyri at fáa javnleik og fimm minuttir fyri tíð smekkaði Pablo Zabaleta til eftir horna og skoraði.
Í yvirtíðin avgjørdi Robin van Persie dystin við frísparki, sum hann sparkaði í handari stong og inn. Hetta til stóra legði fyri Sir Alex, hansara menn og viðhaldsfólkini, men onkur av heimaáskoðarunum megnaði ikki at stýra sær, og Rio Ferdinand fekk eitt hvørt kasta í andlitið og fór at bløða.
Manchester City hevði bóltin nógv og seinastu løtuna vóru teir greitt omaná, men ein stóran part av dystinum vóru tað gestirnir í reyðum, sum vóru vandamiklari. Hvørja ferð Manchester United fekk fatur á bóltinum so vóru fýra teir fremstu, Wayne Rooney, Robin van Persie, Ashley Young og Antonio Valencia vandamiklir.
Dysturin hevði alt tað sum ein odda uppgerð í Premier Legaue skal hava. Dramatisk, spennandi, ferðmikil, gott fótbóltsspæl, flúgvandi taklingar, góð mál, óðar menn, eina kókandi áskoðarafjøld(fyri uttan handan eina) ein vinnara í evstu løtu og massar at tosa um eftirfylgjandi.
Manchester United er nú seks stig frammanfyri Manchester City, sum er nummar tvey.
Premier League:
Manchester City Manchester United 2-3