City-stjørna til FC Barcelona

La Liga: FC Barcelona hevur tryggjað sær ein av stjørnuspælarunum hjá Manchester City

Mynd: (FC Barcelona)

FC Barcelona hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Ilkay Gündogan. 32-ára gamli týskarin hevur júst vunnið ”The Treble” við Manchester City, har hann var ein stjørnuspælari. Hann skiftir til katalanska stórfelagið ókeypis, tí sáttmálin við Manchester City gekk út í summar.

 

FC Barcelona hevur stórar fíggjarligar trupulleikar og søgan sigur, at felagið ætlar at selja spælarar sum Ferran Torres og Ansu Fati, fyri at minka um lønarútreiðslurnar og fáa pengar til felagið. Eitt nú eru spælarar sum Jordi Alba og Sergio Busquets eisini givnir, umframt at Lionel Messi ongantíð var nær við at koma aftur.

 

Í Bretlandi verður nógv tosað um avloysarin til Ilkay Gündogan. Tað hevur leingi ljóðað, at Arsenal var fremst í kapprenningin um Declan Rice hjá West Ham. Nú ljóðar, at Pep Guardiola og Manchester City vilja hava enska miðvallaran. Prísurin er um einar 800 milliónir krónur.

 

Ilkay Gündogan spældi sjey ár Manchester City. Sáttmálin er galdandi til 2025 og kann leingjast í eitt ár.

 

Mynd: (FC Barcelona)