City stóri vinnarin

Chelsea, Arsenal og Tottenham taptu, meðan Liverpool spældi javnt heima. Manchester City stendur eftir sum einsamalli vinnari í oddinum av umfarinum í dag. Á City of Manchester Stadium tók Manchester City ímóti Chelsea í einum dysti, ið prógvr at pengar ikki er tað sama sum undirhald. Dysturin sjálvur var lítið undirhaldandi, men tað var Carlos Tevez, ið gjørdist munurin, tá hann í seinn hálvleiki skoraði einsamalla málið í dystinum fyri City.

 

Arsenal hevði á Emirates vitjan av West Bromwich Albion, sum endaði við at vinna dystin 3-2, eftir at hava verið á odda heili 3-0. Tottenham tapti ímóti London grannunum, West Ham, sum somuleiðis vunnu sín fyrsta dyst í ár. Á Anfield heldur Liverpool fram við at skuffa. Teir spældu í dag javnt ímóti Sunderland, sum kendu seg burtur dømdar í fyrsta Liverpool málinum. Eftir dystin vístu Liverpool viðhaldsfólkini sína ónøgd við eigaraviðurskiftini við at mótmæla.

 

Manchester United skal ikki spæla fyrr enn í morgin, tá teir vitja Bolton. Vinnur Manchester United tann dystin, eru teir bara eitt stig frá Chelsea á fyrsta plássinum.

 

Premier League:

 

Arsenal ? West Bromwich Albion 2-3

Birmingham ? Wigan 0-0

Blackpool ? Blackburn 1-2

Fulham ? Everton 0-0

Liverpool ? Sunderland 2-2

Manchester City ? Chelsea 1-0

West Ham ? Tottenham 1-0