City skilir einki

Hóast ørandi upphæddir stóðu honum í boði, so fer brasilski Kaka ikki til enska Manchester City. Og sambært brasiliumanninum ganga nógv ár, áðrenn Manchester City verður nakað stórfelag. – Har var eingin teirra, sum hevði ánilsi fyri, hvat teir í veruleikanum vildu. Og satt at siga havi eg fingið eina byrðu av mínum herðum, nú samráðingarnar endaðu uttan úrslit, sigur Kaka sambært italskum miðlum.