Í kvøld eru tveir dystir í áttandapartsfinaluni í Champions League blivnir spældir. Talan var um fyrru dystirnar ímillum ávíkavist Dynamo Kiev og Manchester City og síðani ímillum PSV Eindhoven og Atletico Madrid.
Manchester City hevur verið í kreppu seinastu tíðina, har tríggir dystir eru blivnir taptir á rað. Fyrst tapti Manchester á heimavølli ímóti meistaraheitisskappingarneytunum báðum, Leicester og Tottenham Hotspurs. Heilt galið gekk tað síðani í vikuskiftinum, tá ið Manchester City tapti 5-1 á útivølli ímóti Chelsea í FA Cup.
Í kvøld traðkaðu stjørnurnar hjá Manchester City tó í karakter. Á olympiska leikvøllinum í Kiev vann Manchester City nevniliga 3-1, har Sergio Aguero, David Silva og Yaya Touré skoraðu málini. Einsamalla málið hjá Dynamo Kiev skoraði Vitaly Buyalsky.
Ikki er nógv at skriva um hin dystin ímillum PSV og Atletico Madrid, tí at hann endaði við keðiligastu siffrunum, ið ein fótbóltsdystur kann enda við - 0-0.
Tó skal nevnast, at Gaston Pereiro hjá PSV fekk reytt kort.
Seinnu dystirnir ímillum hesi liðini blíva spældir týskvøldið 15. mars.