Tað eydnaðist Everton at fáa eitt stig á Etihad leikvøllinum í Manchester. Arsenal tapti fyri Swansea og liggur nú nummar tíggju, meðan gongd er komin á Tottenham.
Everton kom heldur óvæntað á odda á Etihad leikvøllinum við málið, sum Maourane Fellaini skoraði. Tveir minuttir fyri hálvleik javnaði Carlos Tevez við brotssparki. Móti endanum mundi Everton fari við øllum, tá teir høvdu fríspark, men inn vildi bólturin ikki.
Tottenham vann 3-0 á Fulham. Sandro legði gestirnar á odda, áðrenn Jermain Defoe økti til bæði 2-0 og 3-0. Hann hevur nú skotið níggju mál.
Á Emirates leikvøllinum tapti Arsenal fyri Swansea. Arsenal vildi hava minst eitt brotsspark, men tað endaði við, at Michu tvær ferðir kundi skora fyri gestirnar úr Wales. Hann hevur nú skorað tíggju mál í ár.
Á Anfield hevði Liverpool leikliga takið Southampton allan fyrra hálvleiki, men fekk ikki løn fyri stríðið fyrr enn fáa minuttir fyri hálvleik, tá Glen Johnson sendi bóltin innfyri til Daniel Agger, sum stútaði í mál.
Premier League:
Reading Manchester United (17:30)
Arsenal Swansea 0-2
Fulham Tottenham 0-3
Liverpool Southampton 1-0
Manchester City Everton 1-1
QPR Aston Villa 1-1
WBA Stoke 0-1
West Ham Chelsea 3-1