City kavaði í mál

Premier League: City, Leicester og Brentford hava vunnið sær sigrar í dag

Tríggir dystir í 13. umfari í Premier League hava verið í dag. Manchester City og Leicester vunnu í kava, meðan vøllurin var grønur í Brentford, har heimaliðið vann á Everton.

 

Tað kavaði í Manchester, tá heimaliðið á Etihad leikvøllinum vann 2-1 á West Ham. Ilkay Gundogan legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, men tað tók eina løtu at fáa seinna hálvleik í gongd, tí tað var kavi á vøllinum.

 

Kavin bleiv ruddaður í hálvleikinum og dysturin helt fram. Sigurin bleiv ikki tryggjaður fyrr enn í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð, tá Fernandinho skoraði eitt av sínum fáu málum. Tað skuldi vísa seg at hava týdning, tí innskifti Manuel Lanzini minkaði um munin í yvirtíðini.

 

Tað var kavi á King Power leikvøllinum í Leicester, tá Watford við Claudio Ranieri á odda, kom á vitjan. Claudio Ranieri, sum vann Premier League við Leicester í 2016, fekk eisini eina heita móttøku við dystarbyrjan. Men har endaði gestablídni. Leicester vann 4-2.

 

Everton er í leikligari kreppu og tað stendur við, eftir at Liverpool-felagið tapti 1-0 í Brentford. Brentford liggur longur suðri, tætt við London. Her var ongin avbjóðing við kava. Avgerandi løtan kom miðskeiðis í fyrra hávleiki, tá Ivan Toney skoraði upp á brotsspark.

 

Seinasti dysturin í 13. umfari er á Stamford Bridge, har Chelsea tekur móti Manchester United.