Manchester City fer at vinna Premier League kappingina í ár. Tað tykjast tey fægstu vera í iva um, nú kappingin fyri tey flestu er hálvrunnin. Í dag spældi Manchester City á heimavølli móti Bournemouth, har Manchester City í sannførandi stíli vann ein 4-0 sigur.
4-0 sigurin ber við sær, at Manchester City nú hevur vunnið 17 dystir á rað í Premier League, har 19 umfør eru spæld. Manchester City er eisini ósigrað í teimum 19 dystunum, tí tað er bert í tí eina dystinum, at Manchester City higartil hevur sett stig til. Tað var ímóti Everton í øðrum umfari av kappingini.
Hjá Manchester City í dag skutu Sergio Aguero, Raheem Sterling og Danilo málini. Av teimum skoraði Sergio Aguero tvey mál, meðan hinir báðir skutu hvør sítt. Í dystinum var ongantíð nakar spenningur, og eitt skifti í seinna hálvleiki var bóltfordeilingin tann, at Manchester City hevði havt bóltin í 86% av seinna hálvleiki, meðan Bournemouth hevði havt hann í 14%.
Av øðrum dystum í Premier League í dag vunnu Stoke og Newcastle sær kærkomnar sigrar í botnstríðnum. Stoke vann 3-1 á heimavølli móti West Bromwich Albion, meðan Newcastle vann 3-2 á útivølli móti West Ham, ið annars hevur koyrt væl seinastu tíðina.
Tveir dystir eru enn eftir í Premier League í dag. Um lítla løtu bresta nummar 6 og 7 á stigatalvuni saman, tá Burnley tekur ímóti Tottenham, og klokkan 19:45 verður seinasti dysturin í umfarinum spældur. Tá bresta Leicester og Manchester United saman.
Úrslitini higartil í Premier League í dag:
Everton – Chelsea 0-0
Brighton – Watford 1-0
Manchester City – Bournemouth 4-0
Southampton – Huddersfield 1-1
Stoke – West Bromwich 3-1
Swansea – Crystal Palace 1-1
West Ham – Newcastle 2-3