FC Keypmannahavn skal spæla ímóti Manchester City í UEFA Cup. Svenskarin Hans Backe hevur verið venjari í báðum feløgunum, og hann heldur, at City hevur munin á FCK. - Tað verður ikki lætt hjá Manchester City, men eg rokni við, at teir fara at keypa spælarar í januar og fara at stilla við einum sera sterkum liði ímóti FCK. City hevur munin við at spæla í heimsins sterkastu fótbóltskapping, sigur Hans Backe.