City er enn ósigrað

Manchester City strýkur avstað í oddinum av Premier League

Manchester City tykist vera besta boðið uppá ein komandi Premier League meistara. Aftur í dag vann Manchester City sín dyst í ensku Premier League, tá teir á útivølli vunnu 3-2 móti West Bromwich. Manchester City er sostatt ósigrað í Premier League fyrstu 10 dystirnar av kappingarárinum.

 

Av øðrum úrslitum, eydnaðist tað bæði Manchester United og Liverpool í dag at koma á beint, eftir at tey bæði liðini seinasta vikuskiftið taptu. Manchester United vann sín dyst móti Tottenham 1-0 við máli frá Anthony Martial, meðan Liverpool á heimavølli vann 3-0 móti uppflytarunum úr Huddersfield.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

 

Manchester United – Tottenham 1-0

Arsenal – Swansea 2-1

Crystal Palace – West Ham 2-2

Liverpool – Huddersfield 3-0

Watford – Stoke 0-1

West Bromwich – Manchester City 2-3