Manchester City misti í dag stig á heimavølli fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum í Premier League. Arsenal óvæntað fyri QPR, meðan Chelsea vann á Villa Park og er aftr við í stríðnum um fjórða plássið.
Manchester City tók í dag ímóti Sunderland á Etihad leikvøllinum. Aftaná ein hálvlan tíma legði svenski landsliðsleikarin, Sebastian Larsson, gestirnar á odda við skoti uttanfyri brotsteigin. Mario Balotelli javnaði beint fyri hálvleik við brotssparki.
Fýra minuttir inn í yvirtíðina í fyrra hálvleiki legði danin, Nicklas Bendtner, Sunderland á odda við stútara. Seinni hálvleikur var bara tíggju minuttir gamal, tá Nicklas Bendtner legði bóltin fyri føturnar á Sebastian Larrson, sum tveitti seg fram og prikaði bóltin í málið til 3-1.
Fimm minuttir fyri tíð minkaði Mario Balotelli um munin við hørðum skoti og minuttin seinni javnaði Aleksandar Kolarov við skoti uttanfyri brotsteigin í vinstru. Manchester City trýsti tað, ið eftir var, men megnaði ikki at fáa avgerandi málið. Manchester City er nú tvey stig aftanfyri Manchester United á fyrsta plássi, og hevur spælt ein dyst fleiri. Manchester United spælir mánakvøldið móti Blackburn á útivølli.
Arsenal hevur verið flúgvaði í heimligu kappingini seinstu umførini, men í dag gekk ikki meir. Arsene Wenger og hansara menn vóru á vitjan hjá QPR, sum stríðist í botninum. Adel Taarabt legði QPR á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men stutt seinni javnaði Theo Walcott fyri Arsenal. Avgerandi málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Samba Diakite kom at standa leysur í brotsteiginum.
Chelsea vann 4-2 á Villa Park móti Aston Villa. Stiliyan Petrov boðaði í gjár frá at hann hevur fingið staðfest blóðkrabba og skal í viðgerð. Daniel Sturridge legði gestirnar á odda aftaná nígjju minuttir. Í seinna hálvleiki økti Branislav Ivanovic áðrenn John Collins og Eric Lichaj javnaðu fyri Aston Villa. Seinastu sjey minuttir avgjørdi Chelsea dystin við málum frá Branislav Ivanovic og Fernando Torres.
Premier League:
Aston Villa Chelsea 2-4
Everton WBA 2-0
Fulham Norwich 2-1
Manchester City Sunderland 3-3
QPR Arsenal 2-1
Wigan Stoke 2-0
Wolves Bolton 2-3