City eitt fet frá meistaraheitinum

Edin Dzeko og Manchester City eru nú bara eitt stig frá meistaraheitinum

Manchester City vann í kvøld 4-0 á Aston Villa, sum annars stríddist manniliga í ein tíma. Tað var líka til Edin Dzeko fekk hol á eitt stórt korter inn í seinna hálvleik. So fór spenningurin úr dystinum og Manchester City nærkast meistaraheitinum í hvørjum.

 

Í fyrra hálvleiki megnaði Aston Villa í stóran mun at verja fyri álopunum hjá Manchester City, sum royndi at finna okkurt hol í verjuni hjá gestunum. Tættast við var Samir Nasri, ið fekk fótin á eitt innlegg, men rakti ikki málið.

 

Í seinna hálvleiki trýsti Manchester City meiri og meiri. Tað endaði við, at Edin Dzeko stóð á rætta stað, tá Pablo Zabaleta legði bóltin flatt innfyri úr høgru. Framherjin setti fótin á og loysti upp fyri øllum spenningunum á Etihad leikvøllinum.

 

Nú kom lív í Manchester City viðhaldsfólkini, sum annars tóktust bíta meiri negl enn stuðla liðnum. Løtu seinni økti sami Edin Dzeko til 2-0, og so var sloppið. Steven Jovetic og Yaya Toure økti til 3-0 og 4-0.

 

Manchester City skal nú bara hava eitt stig seinasta dystinum, sum er á heimvølli móti West Ham, so eru teir Premier League vinnarar fyri aðru ferð.

 

Sunderland bjargað

 

Sunderland vann í kvøld 2-0 á WBA. Málini skoraðu Jack Collback og Fabio Borini. Sigurin merkir, at Sunderand eru tyrggjaðir í Premier League til komandi kappingarár.

 

Støðan er fyri so vítt tað sama hjá WBA. Teir eru trý stig frammanfyri Norwich og hava eina málúrtøku, sum er 17 mál betri. Sostatt er tíðin hjá Norwich so gott sum liðug í Premier League á hesum sinni.