FIFA hevur í dag havt sítt fótbóltsgalla í London. Her bleiv millum annað valt ársins lið fyri 2023. Heilir seks av teimum 11 eru frá Manchester City, sum vann ”The Treble”. Teir vunnu Premier League, FA Cup og Champions League.
Real Madrid eigur tveir og ein hálvan, meðan PSG eigur hálvan annan og Inter Miami eigur helmingin av Lionel Messi, sum skifti til amerikanska liðið farna summar. Eisini bleiv Pep Guardiola valdur til ársins venjara hjá monnum.
FIFA Best ársins lið:
Málverji: Thibaut Courtois (Real Madrid)
Verjan: John Stones (Man City), Kyle Walker (Man City), Ruben Dias (Man City)
Miðvøllur: Bernardo Silva (Man City), Jude Bellingham (Dortmund/Real Madrid), Kevin De Bruyne (Man City)
Álop: Erling Haaland (Man City), Kylian Mbappé (PSG), Lionel Messi (PSG/Inter Miami), Vinicius Junior (Real Madrid)