City dyrgir eftir Sterling

Nú hevur Manchester City aftur lagt boð inn á Raheem Sterling hjá Liverpool

Sky Sports verður vanliga sagt at vera ein av mest álítandi miðlunum í Bretlandi, tá ið tað snýr seg um bretskan fótbólt. Nú sigur miðilin seg vita, at Manchester City enn einaferð hevur lagt boð inn á Raheem Sterling hjá Liverpool.

 

Tað var í síðstu viku, at sagt varð, at Manchester City hevði bjóðað góðar 250 milliónir fyri at fáa Raheem Sterling at skifta Liverpool út við Manchester. Umboðsmaðurin hjá Sterling hevur sagt, at Sterling ikki ætlar sær at leingja sáttmálan við Liverpool, ið er galdandi til summarið 2017, og tí er als ikki óhugsandi, at enski landsliðsleikarin endar við at skifta felag.

 

Sambært Sky Sports hevur Manchester City hesaferð boðið Liverpool heili 400 milliónir í býti fyri Sterling. Hvat Liverpool sigur til hetta tilboðið er ikki greitt enn.