City-bossur aftur til Thailands

Manchester Citys eigarin, Thaksin Shinawatra væntar at blíva handtikin, tá hann kemur heim til Thailands í morgin. Hann er skuldsettur fyri svik

Thaksin Shinawatra hevur sambært The Daily Mail, tikið avgerðina, at fara heim aftur til Thailands, fyri á tann hátt at reinsa sítt navn.


Fíggjarligur undandráttur

Fyrrverandi Thailendski premierministarin er ákærdur fyri fíggjarligan undandrátt í heimlandinum, eftir at hann var premierministari í landinum. Tískil verður væntað, at hann verður handtikin, tá hann er komin úr flogfari sínum.

Thaksin sigur seg vænta at verða handtiknan, men samstundis vónar hann at leiðandi stjórnarflokkurin í landinum (PPP), fer at lata seg royna at reinsa sítt navn.

Sambært Shinawatra, hevur hann á leið 800 milliónir pund, sum hava verið afturhildnar, síðan ákærurnar um fíggjarligan undandrátt í síðsta ár.


Pengar ávegis til Eriksson

Sambært keldum frá The Daily Mail, er tað meiningin, at Thaksin Shinawatra fer at senda nakrar av teimum mongu milliónunum til Manchester City, hetta merkir sostatt, at venjari felagsins, ið er navnframi Sven Göran Eriksson, kann styrkja um Premier League hópin í flytingarvindeyganum í summar. Hetta kemur ivaleyst væl við, hjá Manchester City viðhaldsfólkunum, ið hava sæð lið sítt lyft seg upp eftir stigatalvuni, síðan Shinawatra kom til felagið fyri einum ári síðan.


Væntandi vælvild

Ætlanirnar hjá Mnachester City eigaranum fara væntandi at verða viðgjørdar við vælvild, tí tað verður væntað, at PPP skal hava samhuga fyri City-eigaranum, og væntandi vera ákærurnar móti honum skúgvaðar til viks.