Eftir ein landsliðssteðg er Premier League aftur á skránni um vikuskiftið. Stóri dysturin hetta umfari byrjaði longu klokkan 12:45, tá tveir av biðlunum til meistaraheitið, Manchester City og Liverpool hittust í innanhýsis uppgerð á Etihad leikvøllinum í Manchester.
Men tað gjørdist ongantíð til nakra spennandi uppgerð. Manchester City rætt og satt vant burturúr Liverpool í einum dysti, sum endaði við 5-0 sigri til heimaliðið.
Orsøkin til at sigurin hjá Manchester City gjørdist so stórur var, at Liverpool í fyrra hálvleiki fekk beinleiðis reytt kort, tá Sadio Mané, alt ov ógvusliga rendi saman við Manchester City málverjanum, Ederson. Ederson mátti eftir tilburðin berast út av vøllinum á børu, samstundis sum Sadio Mané varð vístur av vølli.
Tá var støðan 1-0 til Manchester City, og lítla løtu aftaná økti Manchester City til 2-0 sum var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var klassamunur á liðunum, og tá samanumkom endaði tað eisini við, at Manchester City vann sannførandi 5-0 sigur móti Liverpool. Hjá Manchester City skutu Gabriel Jesus og Leroy Sané tvey mál í part, meðan Sergio Aguero skoraði eitt mál.
Manchester City – Liverpool 5-0 (2-0)
Sergio Aguero, 24.
Gabriel Jesus, 45.
Gabriel Jesus, 53.
Leroy Sané, 77.
Leroy Sané, 90.