Manchester City hevur leingi sýnt áhuga í týska risatalentinum, Leroy Sané, sum spælir við Schalke 04 í Bundesliguni. Sané skeyt eitt av málunum, tá ið týska U21-landsliðið vann 6-0 ímóti tí føroyska á Tórsvøli 13. oktobur í ár.
Hóast umboðsmaður hjá 19 ára gamla framrættaða leikaranum hevur kunngjørt, at hann ongan veg fer í hesi syftu, so hevur Manchester City sambært The Guardian ikki uppgivið at fáa fatur á honum, nú tað í januar er møguligt at flyta spæliloyvið hjá leikarum.
Leroy Sané hevur hetta kappingarárið skotið fýra mál í Bundesliguni, og harumframt hevur hann eisini fingið sín fyrsta dyst á týska A-landsliðnum.