Av teimum 193 vørubilunum, sum í fjør vórðu seldir í Føroyum, vóru teir flestu av slagnum Citroën, sum Waag & Co selja. 37 av slagnum vórðu seldir.
Beint í hølunum á Citroën kemur Peugeot við 37 og síðani Ford við 34.
Eins og við persónbilunum, so er stórur vøkstur at síggja í søluni av vørubilum. Í mun til 2012 er framgongdin 35 bilar, sum svarar til 22,2 prosent.
Lesið eisini Citroen er mest seldi persónbilur í Føroyum
Her sæst listin yvir vørubilarnar, sum vórðu skrásettir í Føroyum í 2013:
| 1 | Citroen | 40 |
| 2 | Peugeot | 37 |
| 3 | Ford | 34 |
| 4 | Nissan | 29 |
| 5 | Renault | 22 |
| 6 | Toyota | 11 |
| 7 | Volkswagen | 5 |
| 8 | Mercedes-Benz | 4 |
| 9 | Fiat | 3 |
| 10 | Opel | 3 |
| 11 | Kia | 2 |
| 12 | Mitsubishi | 2 |
| 13 | Tata | 1 |










