Síðan Citroën Xsara Picasso kom á marknaðin fyri nøkrum árum síðan, fáast fleiri av kappingarneytunum nú sum 7 persónabilar. Soleiðis verður eisini við Picasso, sum kemur á marknaðin í 2006.
Eins og við Renault Scénic er ætlanin at Picasso verður gjørdur bæði sum fimm- og sjey persónabilur í forlongdari útgávu.
Designið verður meira "agressivt" og linjurnar ikki so rundar sum á núverandi Picasso. Kølaragittarið verður eins og á øllum nýggjum Citroën við innbygdum Citroën logo. Innrættingin verður liðilig, og aftaru setrini kunnu leggjast heilt niður í dúrkið.
Tað er familjan hjá listamanninum, sum hevur givið Citroën loyvi til at brúka navnið Picasso.