Citroén fingið sín egna Picasso

Citroën bilur uppkallaður eftir heimskenda listamanninum, Picasso

Magnus Gunnarsson


Citroën Xsara Picasso er ein midi MPV, har konstruktørarnir hava lagt dent á at gera ein elegantan og annarleiðis bil, sum skal liva upp til listamannin, hann er uppkallaður eftir. Bert tíðin kemur at vísa um tað eydnast, men t.d. í Danmark hava fleiri bílagt sær bilin áðrenn hann kom á marknaðin.


Samarbeiði við Picasso familjuna

Citroën havur goldið nógvar milliónir fyri at fáa loyvi at brúka undirskriftina hjá heimskenda listamanninum til Xsara Picasso.

Listamaðurin, Pablo Picasso, livdi frá 1881 til 1973, tá hann andaðist, 92 ára gamal. Ilt er at siga um honum hevði dámt at ein bilur bleiv uppkallaður eftir honum, og hvat hann hevði hildið um útsjóndina á hesum bilinum. Picasso familjan hevur eftir egnum ynski samarbeitt við Citroën um Xsara Picasso.


Størri trivnaður innan

Í grundini er Xsara Picasso ein Citroën Xsara við fimm setrum. Innan er dúrkið heilt slætt, og lætt er at flyta seg runt í kabinuni. Viðførisrúmið er stórt og lessihæddin er lág. Øll setrini eru líka breið, og stólaryggurin á tí mittasta setrinum aftan, kann leggjast framyvir og brúkast til borð, samstundis sum setrið kann førkast 14 cm frameftir, so borðið verður lættari at brúka.

»Størri trivnaður innan« hevur verið lyklaorðið hjá teimum, sum hava konstruerað bilin. Tað merkist eisini tá man koyrur bilin. Picasso er lættur at koyra, og koyrieginleikarnir eru sera góðir, sum vanligt er í fronskum bilum.

Panelgearið virkar væl, instrumentini eru í miðjuni á instrumentborðinum, har eitt display sigur frá hvussu langt vit hava koyrt, meðal brennievnisnýtsla, hvussu nógv brennievni er eftir, meðalferð og ferðpilot. Aftan er eisini gott at sita, setrini eru góð og lítið ljóð hoyrist inn í bilin.


Diesel motorurin kemur seinni í ár

Bilurin fæst einans í einari útgávu, hvat útgerð viðvíkur, men møguleiki er fyri at bestilla eykaútgerð eftir ynski. Tveir bensinmotorar eru at velja í: 1.6i og 1.8i við 16 ventilum, og ein 2.0 HDi Common Rail, Turbo Diesel motorur kemur seinni í ár.

Standard útgerðin er til dømis ABS bremsur við elektroniskari regulering av bremsukraftini, dupultan airbag og síðuairbag, allar 5 nakkapúturnar kunnu stillast, el-síðuspegl við varma, servostýring, elektroniska startsperru, fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar framman, flúgvaraborð á baksíðuni á framsetrinum, pollenfiltur, stýring til radio er í rættinum. Bilurin vit royndarkoyrdu hevði aircondition. Eisini fylgir ein original innkeypstaska á hjólum við í keypinum.

Tey sum hava hug at fara á eina Picasso framsýning, kunnu støkka inn á gólvið hjá bilasøluni, Ivan Johansen Bilar Sp/f. Bíligasta útgávan kostar kr.169.000,-