Citroën C3 við diskretari facelift

Eftir eini trimum árum á marknaðinum hevur Citroën C3 nú fingið eina diskreta facelift við fleiri smærri kosmetiskum broytingum, samstundis sum t.d. undirvognurin er optimeraður

Citroën C3 hevur nú fingið eina diskreta facelift við t.d. nýggjum kølaragittari, baklyktum og alu-look luftdysum og nýggjum info-display í instrumentborðinum.

Koyrieginleikarnir eru betri við t.d. optimeraðum undirvogni og servostýringin er fastari og neyvari enn áður.

C3, ið varð kosin til ársins bilur í Danmark, tá hann kom á marknaðin, var upprunaliga teknaður við gamla klassikaranum Citroën 2CV sum fyrimynd.

C3 er ein sera væl koyrandi bilur við góðum plássi og umfatandi útgerð sum t.d. 6 airbag og ESP sum standard. Eisini er tað fyrstu ferð, at Citroën hevur partikulfiltur í einum HDi dieselbili í hesi støddini.


Prísir úr kr. 163.000,-