Bilurin var annars gjørdur klárur at framleiðsla í 1939, men annar veraldarbardagi gjørdi, at bilurin varð útsettur í nøkur ár. Citroën 2CV var fyrstu ferð sýndur fram á Paris Motor Show í 1948 og kom á marknaðin árið eftir.
Bilrin varð gjørdur í samfull 42 ár. Framleiðslan steðgaði í 1990. Tá vórðu yvir fimm milliónir 2CV framleiddir. Citroën 2CV hevði nógv kelinøvn sum t.d. Studenta-Jaguar og Rugguhesturin.
Nógv verður framvegis gjørt burturúr at 2 CV fyllir 60 ár. Í heyst hevur ein stór 2 CV framsýning verið á eini vísundaligari miðstøð í París og á høvuðssætinum hjá Citroën í París hava eisini 2 CV framsýningar verið, eins og á altóða bilaframsýningini í París í oktober.
Nýggjasta tiltakið er ein oyðimarkarferð, har fýra 2 CV eru við í tí sonevnda ”2 CV Mehari Cup”, sum er ein ruta upp á 6.000 kilometrar frá Cassis (Kasis), nærhendis Marseille í Fraklandi til Dakar í Senegal. Rutan er stórt sæð gjøgnum sandin, sum er millum Marokko og Senegal.










