CISV tørvar leiðarar til barnalegur

Ert tú 21 ár ella eldri? Og kundi tú hugsað tær eina einastandandi uppliving í summar?

Soleiðis spyrja CISV Altjóða Barnalegur, sum sóknast eftir leiðarum og prosjektleiðarum til í summar.

 

Tey, sum fara sum leiðarar á barnalegurnar hjá CISV, hava høvuðsábyrgdina av fýra føroyskum børnum ella ungum á eini altjóða legu.

 

– Í samstarvi við onnur vaksin úr øllum heiminum ert tú við til at skapa eitt jaligt læringsumhvørvi fyri luttakararnar. Arbeitt verður við mentanarligum og persónligum ymisleika og javnrættindum, menniskjarættindum, samskifti og burðardygd, siga tey í føroysku deildini hjá CISV. Arbeiðið sum leiðari ella prosjektleiðari er sjálvboðið og ólønt, tó vera allar útreiðslur goldnar.

 

Tann sum hevur til hetta, kann skriva til cisv-fo@olivant.fo ella síggja meira á Facebookprofiinum hjá CISV Altjóða Barnalegur