CISV er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing manna millum. CISV stendur fyri Childrens International Summer Villages. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga.
Tað var Doris Allen úr Cincinatti í USA, sum eftir seinna heimsbardaga helt, at okkurt mátti gerast fyri at skapa meira virðing fyri hvør øðrum. Hon helt, at børn og ung vóru vegurin til eina verð uttan kríggj og annan ágang á mannaættina. Í 1951 byrjaði hon at skipa fyri barnalegum fyri 11 ára gomlum børnum úr ymsum londum, við ymiskum húðaliti og mentan. Børnini uplivdu nakað nýtt, lærdu um aðrar mentanir og knýttu nýggj vinarbond. Legurnar fingu góða undirtøku og verða í dag hildnar um allan heimin á hvørjum sumri.
Í Føroyum verður CISV kallað fyri Altjóða barnalegur. Tey fyrstu fýra børnini vóru í Noregi í 1978, og síðani tá hava umleið 500 føroysk børn verið og luttikið á legum, bæði her heima og úti í verðini. Og hesi 25 árini hava føroyingar eisini verið vertir fyri fleiri legum.
Um vikuskiftið verður skipað fyri tiltøkum á torginum í SMS í sambandi við at Altjóða barnalegur hava verið virknar í Føroyum í 25 ár. Byrjað varð í gjár, hósdag, við framsýning av CISV myndum. Har eru myndir av teimum føroyskum bólkunum, sum hava luttikið á CISV legunum ígjøgnum tíðirnar. Henda framsýning verður eisini í dag, fríggjadag, og í morgin leygardag.
Ungdómsnevndin hjá CISV hevur skipað fyri eini teknikapping. Evnið er friður og kappingin er býtt upp í tríggjar aldursbólkar. Leygardagin klokkan 12 fer CISV kórið at syngja kendar CISV sangir, og ein av stigtakarunum til Altjóða barnalegur í Føroyum, Pauli Nielsen, fer at siga nøkur orð, og virðislønir verða eisini latnir fyri teknikappingina.











