Í summar eru 40 ár, síðan fyrstu føroyingarnir luttóku á einari altjóða CISV-legu, og tískil kunnu tey í ár halda 40 ára føðingardag fyri føroysku deildini, ið frá byrjan fekk heitið CISV Altjóða Barnalegur.
CISV er ein altjóða felagsskapur, sum hesi 40 árini hevur skipað fyri, at millum 20-40 børn og ung úr Føroyum á hvørjum ári hava luttikið á altjóða CISV-legum bæði nær og fjar. Flestu hava luttikið á legum úti í heimi, men CISV hevur eisini skipað fyri altjóða legum í Føroyum í miðal annað- til triðjahvørt ár, har tey hava boðið børnum og ungum úr øllum heiminum á legu í Føroyum. Tann fyrsta CISV-legan í Føroyum varð longu hildin summarið 1979.
Tann 10. juni fara verður 40 ára føðingardagurin hildin.
– Tiltakið er alment, og vit vóna at síggja nógvar CISV-arar og onnur áhugað hendan dagin. Hetta er jú eitt serstakt høvi at møta gomlum vinum og minnast aftur á góðar dagar við CISV, sigur CISV í tíðindaskrivi.
40 ára føðingardagurin verður í skúlanum við Løgmannabreyt í Havn sunnudagin 10. juni kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
– Á skránni eru røður, sangir og spøl. Eisini verður ein drekkamuður og møguleiki at tosa við gamlar vinir.