Cisse óynskur á Anfield

24 ára gamli Djibril Cissé hevur greitt bretska blaðnum News of the World frá, hvussu hann í roynd og veru var tveittur út úr Liverpool, har hann hevur spælt seinastu tvey árini. Cisse sigur, at venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitze, ringdi til hansara og boðaði honum frá, at pláss var ikki fyri honum í Liverpool, og hann mátti finna sær nýtt felag. Hetta hendi beint eftir, at Cisse hevði brotið beini í einum venjingardysti undan HM.
Cisse hevur hóast brotna beinið nú fingið leigusáttmála við franska felagið Marseilles fyri næsta kappingarár, og tað er ikki sannlíkt, at Cisse spælir aftur í Liverpool.