Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners hava ongan rætt til sínamillum at avtala, at sáttmálin um Eysturoyartunnilin skal vera loyniligur, metir danskur serfrøðingur í innlitslóggávu
Innlendismálaráðið hevði onga heimild til fult og heilt at nokta almenninginum innlit í tunnilssáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners.
Tað er niðurstøðan hjá Karsten Revsbech, professara og serfrøðingi í innlitslóggávu. Karsten Revsbech hevur, eftir umbøn frá Sjúrði Rasmussen, ráðgeva á Løgtingsskrivstovuni, mett um rættin hjá almenninginum í at fáa innlit í sáttmálan millum Innlendismálaráðið og CIP.
Niðurstøðan hjá professaranum er samanumtikið, at Innlendismálaráðið hevur sín fulla rætt til ikki at geva innlit í ávísar partar av sáttmálanum, um so er at talan er um ítøkiligar trúnaðarupplýsingar.
Men Innlendismálaráðið hevur ikki rætt til at seta til vika galdandi lóg um alment innlit og í staðin gera eina avtalu við eitt privat felag um, at allur sáttmálin skal vera undantikin almennum innliti, sigur Karsten Revsbech.
- Lógin um alment innlit er ein lóggáva, sum tryggjar borgarunum nøkur rættindi, og hesi rættindini kunnu tveir samráðingarpartar ikki taka frá borgarunum, sigur Karsten Revsbech.
Niðurstøðan hjá professaranum er tí, at Innlendismálaráðið hevði rætt til at strika týðandi partar av avtaluni við CIP. Men samstundis eru ein røð av standardupplýsingum, sum ikki skaða fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna ella støðuna hjá tí almenna sum ein ”seriøsur samráðingarpartur.” Og hesar upplýsingar hevur almenningurin rætt til innlit í.
Innlendismálaráðið noktaði til tað seinasta at geva innlit í sáttmálan við CIP. Ráðið tvíhelt um, at allur sáttmálin var loyniligur.
Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgtingsskrivstovuni, heitir nú á Fíggjarmálaráðið um at viðgera innlitsumbønirnar av nýggjum og geva innlit í partar av CIP-sáttmálanum.
Les eisini: Umboðsmaðurin heldur fingrarnar vekk