Nýggja flogfelagið Cimber Sterling, ið er sprottið úr gamla Sterling, ið fór á húsagang, og felagnum Cimber, fer nú í luftina við nýggjum navni og 20 nýggjum flogleiðum Framyvir fer privatátta felagði at flúgva undir navninum Cimber Sterling. Visiónin er at gerast leiðandi danska flogfelagið, og tað skal gerast við 20 nýggjum flogleiðum og einum nýggjum handilskonsepti.
Handils- og vanlig ferðandi kunnu framyvir flúgva við Cimer Sterling til evropeisk ferðamál so sum London, Barcelona, Malaga, Mallorca, Rom og Nice.
At byrja við setir Cimber Sterling tvey av nýggjastu Boeing 737 flogførunum hjá gamla felagnum Sterling í flúgving, men ætlanin er at felagið innan eitt ár skal arbeiða við seks av stóru flogførunum.
Millum tær nýggju flogleiðirnar kunnu flogferðandi longu frá 14. januar fara á flog úr Keypmannahavnar Floghavn klokkan 7.00 og klokkan 16.00 danska tíð gerandisdagar við London sum ferðamál.