Danska leikaraverkfallið hevur nú millum annað við sær, at tað kann gerast sera trupult hjá donsku feløgunum at manna lið, tá altjóða dystir eru á skránni.
Um eina viku skal Brøndby spæla UEFA-Cup dyst móti lettiska Ventspils, og nú boðar felagið frá, at teir hava 16 leikarar tøkar til dystin. Altso leikarar, sum ikki eru fevndir av verkfallinum.
Millum hesar 16 er Lukasz Cieslewicz, sum áður hevur leikt á dreingjaliðnum hjá VB.
Lukasz skrivaði í fjør undir sáttmála við Brøndby, og her hevur gingist heilt væl hjá honum, og millum annað skeyt hann tvey mál, tá Brøndby herfyri vann seg fram til finaluna í stórari ungdómskapping í Hollandi.
Hartil hava góðu avrikini í Brøndby givið honum pláss í bruttohópinum hjá pólverska U-19 landsliðnum.










