Adrian Ciewlewicz, sum hevði sína fótbóltsuppaling í Vági, skal nú spæla við Wrexham í fimtu bestu deildini í Onglandi. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Ciewlewicz hevur seinatu tvey árini verið knýttur at ungdómsdeildini hjá Manchester City. Felagið hevur seinasta árið keypt fleiri nýggjar leikarar í eini roynd at vinna gull alt fyri eitt. Tískil er møguleikin hjá yngru leikarunum at sleppa á besta liðið sera lítil í løtuni, og tí hevur Ciewlewicz valt hesa loysina, skrivar heimasíðan hjá Wrexham.