Fyrst var tað pápi teirra, Robert Cieslewicz, ið kom til Føroya. Tað var í januar 1999, at hann leitaði sær hendanvegin at leika fyri VB. Robert var ein rættur málslúkari, ið skoraði óteljandi mál fyri liðið úr Vági. Lítli áleyparin við nummar 15 á bakinum var kendur fyri sín bóltførleika og eyga fyri málinum, og hann hevði eisini sín leiklut á VB-liðnum, sum vann sítt fyrsta og higartil einasta FM-heitið í 2000.
Í novembur 1999 kom so restin av familjuni til Føroya. Konan, Renata, og synir teirra, Adrian og Lukasz.
Tvey stórtalent
Tá ið familjan á vetri 1999 var komin til landið, var eisini greitt, at nú vóru tvey stórtalent komin í føroyskan fótbólt. Tá 12 ára gamli Lukasz og 9 ára gamli Adrian vóru eisini fótbóltsleikarar, ið livdu í fótasporinum hjá pápa sínum, - og kanska meir enn tað.
Báðir vóru dreingirnir áleyparar og høvdu sera góðan bóltførleika. Tað sást skjótt, at fótbólturin var framtíð teirra.
Út í heim
Eftir fleiri ár sum VB-leikarar var aldurin komin, har ævintýrið skuldi byrja. Útlendsku feløgini høvdu eisini fingið eyga á hesar evnaríku leikarinir.
Sum 16 ára gamal fekk Lukasz ein trý ára sáttmála við danska felagið Brøndby IF. Hann leikar framvegis í felagnum, og tað gongur strúkandi. Hann spælir fyri U20-liðið, har hann skorar nógv mál.
Síðst í farna árið var túrurin hjá Adrian komin at fara út í heim at royna seg. Hann fekk ein hálvtannað árs langan lærusáttmála við enska felagið, Manchester City.
Pólland – ikki Føroyar
Hóast teir hava sína fótbóltsuppaling í Føroyum, so stremba teir eftir póllendska landsliðnum. Adrian hevur leikt fyri U15-landsliðið hjá Føroyum, men meir enn hetta verður tað helst ikki.
Foreldur teirra eru framvegis búgvandi í Vági, men sum skilst, so flyta tey aftur til Póllands í nærmastu framtíð.