Cieslewicz bjargarmaður í FA Cup

Adrian Cieslewicz tryggjaði í dag felagi sínum, Wrexham, ein umdyst móti Brighton. Wrexham spælir í fimtbestu deildini, meðan Brighton er í næstbestu deildini í Onglandi. Póllendingurin er sonur Robert Cieslewicz, sum síðst í 90'inum og fyrst í nýggju øldini spældi í Føroyum.

 

3. umfar av ensku steypakappingini verður leikt um hetta vikuskiftið. Í dag eru fleiri dystir og ein teirra var millum Brighton og Wrexham. Heimaliðið kom á odda stutt eftir hálvleik, tá Jake Froster-Caskey skoraði.

 

Eitt lítiið korter seinni javnaði Andrian Cieslewicz fyri Wrexham, tá skotið hjá honum tók í ein verjuleikara og snýtti málverjan í Brighton málinum.

 

- Tá vit komu afturum, so hugsaðu vit sjálvandi at hetta kundi blíva torført móti einum liðið, ið spælir so væl sum Brighton ger. Men tá tú hevur leikarar sum Adrian Cieslewicz á liðnum, sum ber alt til, sigur Andy Morell, leikandi venjari hjá Wrexham, við BBC í dag.

 

Javnleikurin merkir, at tað skal ein umdystur til fyri at finna vinnaran av uppgerðini. Tann dysturin verður á heimavøllinum hjá Wrexham. Tað kemur væl við hjá felagnum, tí tað hevur verið í fíggjarligum trupulleikum og hevur brúk fyri hvørjum oyra, ið tað kann fáa fatur á. Nakað sum Andy Morell eisini vísur á í samrøðuni.

 

Andrian Cieslewicz er 21-ára gamal og kann spæla á flestu framrættaðu plássinum. Hann er serliga kendur fyri sín skjótleika. Hann hevur eins og eldri beiggin, Lukasz Cieslewicz, sum spælir í B36 og gjørdist ársins leikari í føroyskum fótbólti í 2011, víst áhuga fyri at umboða Føroyar.

 

Hann spældi eins og Christian R. Mouritsen við Manchester City sum yngri. Á summri 2009 skifti hann til Wrexham. Pápi Andrian Cieslewicz er Robert Cieslewicz, sum sambært faroesoccer.com, spældi í føroyum frá 1999 til 2004 har hann umboðaði ÍF, VB og Sumba.

 

(Mynd: BBC: Adrian Cieslewicz(t.v) fegnast um útjavnandi málið)

 

FA Cup 3. umfar:

 

Í gjár:

Liverpool - Oldham 5-1

 

Í dag:

Birmingham - Wolves 0-0

Barnsley - Swansea 2-4

Brighton - Wrexham

Bristol R - Aston Villa 1-3

Coventry - Southampton 1-2

Crawley - Bristol C 1-0

Dag & Red - Millwall 0-0

Derby - Crystal Palace 1-0

Doncaster - Notts County 0-2

Everton - Tamworth 2-0

Fleetwood - Blackpool 1-5

Fulham - Charlton 4-0

Gillingham - Stoke 1-3

Hull - Ipswich 3-1

Macclesfield - Bolton 2-2

MK Dons - QPR 1-1

Newcastle - Blackburn 2-1

Norwich - Burnley 4-1

Nottingham F - Leicester 0-0

Reading - Stevenage 0-1

Sheffield U - Salisbury 3-1

Swindon - Wigan 2-1

Tottenham - Cheltenham 3-0

Watford - Bradford 4-2

West Brom - Cardiff 4-2

 

Sunnudagin:

Manchester C - Manchester U

Chelsea - Portsmouth

Sheffield W - West Ham

Peterbrough - Sunderland

 

Mánadagin:

Arsenal - Leeds