Sjónvarpslýsingarnir hjá navnframa Somersby, ið ikki er nakar forkunnugur enskur cider, men tvørturímóti ein drykkur frá danska Carlsberg við einans 15 prosent súreplasaft, hevur ivaleyst gjørt sítt.
Talan er ikki um nýggja vøru, men um aldargamlan sið, ið serliga fransar, bretar og sviar eru kendir fyri.
Cider er gerað saft frá súreplum. Ektað cider er einans úr súreplasaft uttan tilsetning av sukri.
Við hesum sæst beinanvegin at nógv sløg ikki kunna flokkast sum verulig cider, hóast tey rópa seg so. Er grundfruktin pera, so eiga vit at siga ’perry’ á enskum máli ella ’poire’ á fronskum máli.
Er grundfruktin við súrepli ella peru kryddað við øðrum fruktum ella berum ella tað sum er verri (eftirgjørt smakkevni) er ei heldur talan um cider, men meira um ein sokallaðan ’alkopop’, ið sum oftast appellerar til ungdómin við at dylja alkohol í sukri og tuttifrutti-aroma.
Men gott cider er fantastiska leskandi drykkur ein heitan summardag úti í garðinum ella enntá afturvið mati. Nógvur hvítur fiskur hóskar eisini væl til cider.
Heiti: Rekorderlig Strawberry-Lime
Uppruni: Kryddaður peru-cider úr Svøríki (4,5 % abv)
Ummæli: Liturin á at líta sum hindber. Tað man vera E163. Ágangandi syntetiskur luktur av onkrum, ið skal minna um jarðber. Smakkurin einfaldur, sukursøtur og somuleiðis syntetiskur. Sera vánalig vøra við 6 E-numrum, ið tó nokk skal megna at dára onkrum óroyndum unglingi.
Kostnaður: Kr. 26,00 (33 cL)
Skoðsmál: 1 stjørna *
Heiti: Somersby Apple Cider
Uppruni: Súrepla-cider úr Danmark (4,7 % abv)
Ummæli: Ljósur gulgrønur litur. Undarligur luktur av fyrst og fremst peru og so onkrum súreplakendum. Smakkurin sukursøtur og einfaldur. Lættrennandi vøra við 3 E-numrum uttan natúrligar fruktdygdir yvirhøvur.
Kostnaður: Kr. 24,00 (33 cL)
Skoðsmál: 1 stjørna *
Heiti: Westons Premium Cider
Uppruni: Ektað súrepla-cider úr Bretlandi (4,5 % abv)
Ummæli: Vakur kopargyltur litur. Sera samansettur angi av frískum og súltaðum súreplum. Smakkurin í sera góðari javnvág. Frískligur, kraftfullur og við langum eftirsmakki. Sum ungt Calvados, tó við lægri styrki. Eingin E-nummur, eftirgjørdir litir ella tilsett sukur. The Real Deal!
Kostnaður: Kr. 48,00 (56,8 cL)
Skoðsmál: 6 stjørnur ******
Heiti: Westons 1880 Cider
Uppruni: Ektað súrepla-cider úr Bretlandi (8,2 % abv)
Ummæli: Ljósur gyltur litur. Angin ber brá av frískum súreplum, men so eisini ein skarpur sprittroykur. Turri smakkurin ikki so harmoniskur. Fruktin megnar ikki at halda tamarhald á høga alkohol-prosentinum. Sprittið dominerar ov nógv.
Kostnaður: Kr. 42,50 (50 cL)
Skoðsmál: 3 stjørnur ***