Cicinho á veg heim

Tað gongur einki serligt hjá brasilska verjuspælaranum Cicinho í italska felagnum AS Roma, og nú verður tosað um, at Cicinho er á veg heimaftur til Brasil. Cicinho spældi fyri Real Madrid, men skifti í summar til Roma. Nú verður sagt, at Santos í Brasil er áhugað í at keypa Cicinho leysan av sáttmálanum við Roma, og venjarin hjá Santos vil gjarna hava Cicinho á sítt lið.