CIA-yvirmenn ávara ímóti kríggi

Fleiri fyrrverandi yvirmenn í amerikansku fregnartænastuni ávara Bush-stjórnina ímóti at fara í kríggj við Irak. Teir siga, at eitt tílíkt kríggj fer at gera gjónna millum Vesturheimin og tann islamska heimin uppaftur breiðari, og at tað fer at økja vandan fyri yvirgangi

Fyrrverandi CIA-yvirmenninir vísa á eina frágreiðing, sum leiðslan í fregnartænastuni handaði Bush-stjórnini seinasta heyst. Í frágreiðingini mælti CIA frá at leypa á Irak.
Í frágreiðingini var millum annað ein meiningakanning, har 10.000 muslimar í níggju londum høvdu fingið ymsar spurningar. Niðurstøðan hjá CIA var, at amerikanska stjórnin ger ov lítið við at kanna, hví víðgongdir muslimar skipa fyri yvirgangi, og fregnartænastan ávaraði um, at eitt álop á Irak fer at skapa gróðrarbotn fyri nýggjum yvirgangsfelagsskapum.
Teir fyrrverandi CIA-yvirmenninir halda lítið um próvtilfarið, sum Colin Powell, uttanríkisráðharri legði fyri ST-trygdarráðið í síðstu viku. Teir undrast á, at USA tvíheldur um samtykt nummar 1441 um Irak, meðan Bush-stjórnin als ikki nevnir allar hinar ST-samtyktirnar, sum ikki verða hildnar.
Teir bera eisini ótta fyri, hvat Saddam Hussein fer at gera, leypa amerikanarar á Irak.
- Tað kann væl henda, at hann fer at hevna álopið við at hjálpa víðgongdum islamskum yvirgangs-monnum at søkja at málum í USA, og tað er als ikki óhugsandi, at yvirgangsmenninir fara at nýta hópoyðingarvápn í hesum álopunum, skriva fyrrverandi CIA-yvirmenninir.
- Vit kenna okkum sannførdar um, at eitt álop á Irak fer at bera í sær, at ungir menn í hópatali fara at bjóða seg fram sum yvirgangsmenn, skriva CIA-yvirmenninir.