CIA-stjórin hitti í loyndum Kim Jong-un

Norðurkoreanski og amerikanski leiðararnir skulu helst hittast á toppfundi

Í farnu viku hitti Mike Pompeo, sum er stjóri fyri amerikansku fregnartænastuna CIA og komandi uttanríkisráðharri, norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un.

Donald Trump, forseti í USA, hevur váttað fundin millum teir báðar, og sambært Washington Post skuldi fundurin skapa grundarlag fyri einum møguligum toppfundi millum Donald Trump og Kim Jong-un.

– Fundurin gekk væl, og nú verður toppfundur fyrireikaður, skrivar Donald Trump á Twitter.

USA er áhugað í at fáa samskifti við Norðurkorea um niðurlaging av kjarnorkuvápnaætlanini hjá landinum.