CIA skal hava loyvi at fara illa við fangum

Amerikanska Senatið hevur samtykt, at fangar skulu fáa sømiliga viðferð, men Hvítu Húsini krevja, at samtyktin skal ikki umfata fregnartænastuna.

Samtyktin hjá Senatinum kom í sambandi við ta árligu játtanina til verjuna, og sjálvt um Hvítu Húsini høvdu boðað frá, at forsetin fór at nýta sýtingarrættin ímóti samtyktini, atkvøddu 90 senatorar fyri og bara níggju ímóti.

Tað var republikanski senatorurin John McCain, sum tók stig til samtyktina, og sambært New York Times fekk hann fyri nøkrum døgum síðani vitjan av Dick Cheney, varaforseta og Porter Goss, sum er stjóri í CIA. Teir báðir royndu at fáa McCain at góðtaka, at forsetin broytir orðalagið í samtyktini, soleiðis at hon bara umfatar amerikanska hervaldið og ikki fregnartænastuna. Men sambært blaðnum vildi McCain ikki slaka. Tað er tó ikki vist, at uppskot hansara kemur í gildi, tí tað skal eisini samtykkjast í Umboðsmannatinginum, og har eru fleiri ímóti tí.

Fleiri fyrrverandi amerikanskir herleiðarar hava sagt seg taka undir við uppskotinum hjá John McCain. Teirra millum eru fyrrverandi uttanríkisráðharrin Colin Powell og John Shalikashvili, sum báðir hava verið formenn í ovastu amerikonsku herleiðsluni.

Higartil er eingin CIA-maður skuldsettur fyri ágang ímóti fangum í Irak ella Afghanistan, men Washington Post skrivaði fyrr í vikuni, at starvsmenn hjá fregnartænastuni hava havt samband við fleiri tilburðir, har fangar eru deyðir í Irak. Blaðið vísir eisini á, at í rættarmálum ímóti hermonnum er tað komið fram, at CIA hevur ábyrgdina av einari skipan, sum millum annað hevur við sær, at fangar "hvørva" í amerikonskum fangalegum í Irak.