CIA-kanning gevur einki nýtt

Tað kemur neyvan nakað nýtt fram í kanningini, sum Dansk Institut for Internationale Studier skal gera av fangaflúgvingini hjá CIA í donskum, føroyskum og grønlendskum luftrúmi. Kanningarúrslitið skal latast stjórnini 1. mai næsta ár, og tíðin er alt ov stutt, skrivar Politiken.

Blaðið endurgevur eitt bræv, sum stjórin í DIIS, Nanna Hvidt, hevur sent Villy Søvndal, uttanríkisráðharra. Í brævinum skrivar hon, at tað fer neyvan at bera til at fáa fatur á nýggjum skjølum, og tí væntar hon ikki, at tann nýggja kanningin fer at avdúka nakað, sum ikki stendur í frágreiðingini, sum undanfarna stjórnin fekk frá embætisfólki í 2008.

Eindarlistin, sum hevur kravt kanningina, vil ikki góðtaka innihaldið í brævinum hjá DIIS-stjóranum.