Í USA er fregnartænastan CIA farin at kanna sín fyrrverandi stjóra David Petraeus, sum noyddist at fara frá í síðstu viku, tí hann hevði verið konu síni ótrúgvur við teirri 40 ára gomlu Paula Broadwell. Hon er rithøvundur og hevur skrivað eina bók um generalin.
-Her í CIA kanna vit altíð okkara egnu úrslit, og er tað nakað, sum vit kunnu læra av hesum málinum, fara vit at brúka tað við bata fyri eyga, sigur talsmaðurin hjá CIA, Preston Golson, við fjølmiðlarnar. Hann leggur afturat, at tað er als ikki vist, at nakað serligt kemur burtur úr kanningini.
Sjálvur heldur David Petraeus uppá, at hann hevur ikki latið Paula Broadwell loynilig skjøl, men tað er komið fram, at nógvar loyniligar upplýsingar eru funnar í telduni hjá Paula Broadwell.
David Petraeus er tann mest virdi generalurin í USA










